Ongi úrslit

Rúmligur arbeiðsmarknaður krevur samstarv

Fólk við skerdum arbeiðsføri kunnu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum, um arbeiðspláss og skipanir spæla saman

industry.fo/Føroya Arbeiðsgevarafelag
2 tímar síðan

Hvussu fáa vit fleiri fólk við skerdum arbeiðsføri inn á arbeiðsmarknaðin, og hvussu tryggja vit góðar fortreytir hjá arbeiðsgevarum? Hetta var evnið á netverksfundi hjá Varandi Vinnu í síðstu viku.

Í panelinum vóru Margit Stórá, landsstýriskvinna, Kristianna Torbjarnardóttir frá Almannaverkinum, Elin Ludvig frá Dugna, Høgni í Stórustovu frá ALS, Jenny A. í Heiðunum frá Hotel Djurhuus og Heri Kjærbo frá ArtiCon.

Ein greiður boðskapur var, at fleiri arbeiðspláss eiga at bjóða seg fram og geva fólki við skerdum arbeiðsføri møguleikan at royna seg; eisini hóast talan ikki er um eitt varandi starv.

Ein arbeiðsroynd kann geva persóni arbeiðsroyndir og høvi at vísa sínar førleikar. Samstundis fær arbeiðsgevarin høvi at síggja, hvørjar uppgávur hóska, og hvussu arbeiðið kann leggjast til rættis.

Smidligar skipanir
Arbeiðspláss og starvsfólk eru ymisk. Tí varð víst á, at skipanirnar mugu vera nóg smidligar til at laga seg eftir ymiskum tørvum.

Samstundis skulu arbeiðsgevarar fáa góða kunning og ráðgeving frá byrjan. Greiðar avtalur um uppgávur, arbeiðstíð og stuðul kunnu gera stóran mun.

Tað er eisini týdningarmikið, at arbeiðsgevarin veit, hvar hjálp er at fáa, um avbjóðingar taka seg upp.

Talent kunnu fara fyri skeyti
Á fundinum greiddi Mathias Emil Nielsen, stovnari og stjóri í donsku fyritøkuni GladTeknik, frá sínum royndum.

GladTeknik arbeiðir við umvæling og endurnýtslu av elektronikki og hevur meira enn 60 starvsfólk. Sambært Mathiasi hava meira enn 60 prosent av starvsfólkunum diagnosur sum autismu, ADHD, ADD ella aðrar formar fyri neurodivergens.

Boðskapurin hjá honum var, at arbeiðsmarknaðurin ofta missir dugnalig fólk, tí roynt verður at fáa menniskju at passa inn í verandi karmar heldur enn at laga karmarnar eftir fólkunum.

Rúmligur arbeiðsmarknaður snýr seg tí ikki bara um sosiala ábyrgd, men eisini um at fáa eyga á førleikar og talent, sum kunnu fara fyri skeyti.

Niðurstøðan á fundinum var greið. Arbeiðsgevarar skulu tora at lata dyrnar upp, og skipanirnar skulu gera tað lætt og trygt at taka fyrsta stigið.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50