Ongi úrslit

Runavíkar kommunu bjóðar øli til bústaðarbygging til sølu

Økið er smalt, men er væl egnað til tætta, lága bústaðarbygging.

runavik.fo
1 tími síðan

Runavíkar kommuna bjóðar eitt áleið 1.750 m² stórt øki í Saltangará til sølu. Økið er smalt, men er væl egnað til tætta, lága bústaðarbygging. Talan er um part av matr. nr. 150a. Skitsuuppskotið vísir eina møguliga skipan við 5 grundøkjum, parkeringsplássumog grønum øki. Gøturnar ynskjast varðveittar. Umsøkjarinkann skipa økið á annan hátt.

Økið er í dag býtt sundur í tvey við eini gøtu ímillum. Norðan fyri gøtuna er økið umleið 390 m² og sunnan fyri umleið 1.360 m². Økið er millumuml.12 og 17 m breitt og uml.130 m langt, harav uml.30 m erunorðan fyri gøtuna. Vegurin Líknargøta er ikki frábýttur økinum. Vegøkið, sum skalfrábýtast áðrenn sølu, er umleið7,5–8,0 m breitt. Økið er ikki planerað og lendið er í pørtum lutfalsliga høgt fram við vegnum. Roknast kannvið,at neyðugt er við stuðlamúrumí sambandi við bygging.

Skitsuuppskotið leggur upp til 5 grundøki: eitt í norðara enda og fýra í sunnara enda. Uppskot til skipan av økinum leggur upp til, at nýggj gøta verður gjørd sunnast á matrikklinum Byggilinja: 2,5 m frá bakkanti á gongubreyt. Gólvhædd: miðalveghædd + 0,2 m. Mest loyvda bygningshædd: 8,5 m sambært byggisamtykt. Við einsíðugum takhalli, er mest loyvda bygningshæddin 7,2 m. Parkeringspláss: 1,5 til hvørja bústaðareind. Parkering kann skipast sum felagsparkering.

Økið liggur í B5, bústaðarøki. Økið er ikki byggibúgvið. Kloakkleiðingar og áir ganga gjøgnum økið, og ein Ø500 leiðing liggur gjøgnum matrikkulin. Ongar leiðingar eru lagdar beinleiðis til økið. Runavíkar kommuna veitur kloakk og vatn til mark á stykkið. Kommunal kloakkleiðing, gongur gjøgnum økið, møgulig umlegging verður gjørd uppá keyparans rokning í samráð við kommununa. Roknast skal við, at áir skulu leggjast um. Gøtuljós, sum verða flutt ella umskipað, verða viðgjørd í samráð við kommununa og fyri keyparans rokning. Verandi gøta skal varðveitast, men kann tillagast ella leingjast í samband við endaliga byggiætlan.

Keypsprísur fyri grundøkið er u/mvg kr. 200,fyri fermeturin. Við umsókn um keyp av grundøkið skal skitsuuppskot og váttan um fígging fyriliggja. Í mesta lagi hálvt ár eftir at stykkið er tillutað, skal myndugleikaprosjekt til bygging av bústaðareindum og váttan um fígging av hesum fyriliggja. Kostnaðurin av grundstykkinum verður goldin tá avhending av stykkinum fer fram, og byggiloyviðavgreitt. Bygging skal vera byrjað í seinasta lagi 1/2 ár eftir keyp av grundøki.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

Í gjár kl. 15:06