Ongi úrslit

Russiskt herskip skeyt tvey signalbluss móti danskari tyrlu: Annað fór tætt framvið

Ein donsk Fennec-tyrla varð fyri einari álvarsligari hending, tá ein russisk fregatt skeyt tvey signalbluss móti henni á altjóða sjóøki út fyri Gedser.

© Rune Dyrholm / Forsvaret.
Ein russisk fregatt skeyt mánakvøldið tvey signalbluss móti einari Fennec-tyrlu hjá danska flogvápninum.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Ein russisk fregatt skeyt mánakvøldið tvey signalbluss móti einari Fennec-tyrlu hjá danska flogvápninum. Annað blussið fór tætt fram við tyrluni, meðan hon tók myndir av russiska herskipinum út fyri Gedser.

Hendingin fór fram á altjóða sjóøki. Sambært donsku verjuni var tyrlan í holt við eina vanliga myndatøku av russiska skipinum. Signalbluss eru pyroteknikkur og verða vanliga nýtt á sjónum til at vekja ans.

Kundi havt álvarsligar avleiðingar

Hóast talan ikki var um rakettir, kunnu signalbluss vera vandamikil.

Hernaðargreinarin og fyrrverandi flotayvirmaðurin Kenneth Øhlenschlæger Buhl sigur við DR, at slík bluss brenna við sera høgum hita. Rakur eitt bluss inn í eina tyrlu, kann eldur koma í hana. Rakur tað motorin, kann tað eisini fáa álvarsligar avleiðingar og í ringasta føri føra til, at tyrlan dettur niður.

Russland skuldsetir Danmark

Russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, heldur hinvegin, at danska tyrlan provokeraði russisku fregattina. Hann sigur, at Russland fer at kanna hendingina, og heldur fast við, at danska verjan eisini áður hevur gjørt vandamiklar manevrur nær russiskum herskipum.

Danski verjumálaráðharrin Jeppe Bruus vísir hesum aftur. Hann sigur, at tyrlan hevði fullan rætt til at vera har, og at talan var um vanliga mannagongd. Danmark er í tøttum og støðugum sambandi við sínar sameindu um hendingina.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

9 tímar síðan