Ongi úrslit

Russland váttar skottilburð: Fregatt lat ávaringarskot av móti bretskum seglbáti

Ein russisk fregatt lat ávaringarskot av móti einum bretskum seglbáti í Ermarsundi í gjár. Bretska verjumálaráðið kannar nú tilburðin.

© Wikipedia.
Russiska fregattin Admiral Grigorovitj.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Russiska verjumálaráðið váttar, at fregattin Admiral Grigorovitj lat ávaringarskot av móti einum sivilum seglbáti undir bretskum flaggi í Ermarsundi.

Tilburðurin var um 11-tíðina í gjár í havøkinum millum Isle of Wight og Normandí. Bretska verjumálaráðið kannar nú fráboðanirnar um hendingina.

Russland: Seglbáturin hevði vandamikla kós

Sambært russiska verjumálaráðnum royndi manningin fleiri ferðir at fáa samband við seglbátin, sum nærkaðist fregattini.

Russland sigur, at neyðbluss og ávaringarljóð fyrst vórðu nýtt. Síðan lat fregattin ávaringarskot av fyri at fáa manningina á seglbátinum at reagera. Sambært verjumálaráðnum hevði seglbáturin vandamikla kós móti Admiral Grigorovitj.

Hernaðarserfrøðingur: Tilburðurin er provokerandi

Danski hernaðarserfrøðingurin Kenneth Øhlenschlæger Buhl kallar tilburðin bæði undranarverdan og provokerandi.

Hann metir tó, at russiska frágreiðingin um, at fregattin royndi at forða fyri einum samanstoyti, kann vera sonn. Hann væntar í mesta lagi eitt diplomatiskt mótmæli frá Bretlandi.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

3 tímar síðan

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07