Ongi úrslit

Sámal Ravnsfjall heiðraður fyri lívslangt virki

Sámal Ravnsfjall varð mánakvøldið heiðraður av Vága kommunu fyri sítt lívslanga virksemi í føroyskum tónleiki.

© Vága Kommuna.
Edmund Jacobsen
12. mai kl. 08:01

Heiðurin varð latin fyri meira enn 50 ára arbeiði í føroyskum tónleikalívi.

Sámal Ravnsfjall hevur verið ein fastur partur av føroyskum mentanarlívi gjøgnum fleiri ættarlið. Sangir sum “1001 nátt”, “Á trappuni hjá Lenu”, “Medistari í karry” og “Húsabrekkublues” vóru nevndir sum sangir, ið nógv føroyingar kenna og syngja við til.

Meira enn hálv øld í føroyskum tónleiki

Sámal Ravnsfjall hevur spælt kring alt Føroyar og eisini uttanlands. Á tiltakinum varð víst á, at hann bæði hevur staðið á stórum pallum og spælt í smáum rúmum.

Í framløgu á tiltakinum varð eisini lagdur á hansara einfalda og fólksliga stíl, har sangirnir og røddin hava verið í miðdeplinum gjøgnum nógv ár.

“1001 nátt” og kendir sangir

Framløgan vísti eisini á, hvussu sangurin “1001 nátt” fyrstu ferð varð spældur fyri vinfólki fyrst í 2000-unum. Samstundis varð staðfest, at sangurin framvegis verður nógv sungin í Føroyum.

Nógv ung kenna og syngja við til sangirnar hjá Sámal Ravnsfjall, hóast fleiri av hesum sangum hava nógv ár á baki.

Vágasoundið varð drigið fram

Samstarvið millum Sámal Ravnsfjall, Jóan Jakku og Vágaverk var í framløguni framhevja sum nakað serstakt. Hetta samstarvið hevur verið við til at skapa tað, sum nógv kenna sum “Vágasoundið”.

Heiðursbrævið varð handað vegna Vága kommunu.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03