Ongi úrslit

Samfelagsliga er tað ikki skilagott tá ið vit innflyta arbeiðsmegi til arbeiðsloysi

Kvnnur tjena nógv minni enn menn
Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Útlendsk arbeiðsmegi eigur at geva íkast til búskapin í bæði beint nú og í longdini.

Tað sigur Búskaparráðið.

Í fjør vóru útlendingar 45 prosent av teimum sum vóru í fiskavirkisskipanini hjá Als.

Tað er ikki samfelagsliga lønsamt at innflyta arbeiðsmegi til størv, sum ikki bera seg, uttan at vera í eini stuðulsskipan, sigur Búskaparráðið. –Tvørtur ímóti eigur útlendska arbeiðsmegin at geva eitt positivt íkast til búskapin, ikki bara beint nú og í longdini.

Búskaparráðið sigur, at í 2009 vóru útlendingar trý prosent av allari arbeiðsmegini í Føroyum.

Men talið á útlendskari arbeiðsmegi veksur støðugt, og í juli í ár vóru tey umleið 2.500 í talið, ella níggju prosent av arbeiðsmegini.

Serliga síðani snarskipanin kom í november 2021 hevur tilgongdin av útlendskari arbeiðsmegi verið stór.

Myndin oman fyri vísir, hvar útlendingar í Føroyum arbeiða. Og myndin vísir, at 31 prosent arbeiða í framleiðsluvinnuni, serliga á flakavirkjum og á kryvjivirkju. Hinvegin arbeiða  13 prosent í byggivinnuni og 12 prosent arbeiða á gistingarhúsum og á matstovum.

Tað er ein løtuvinningur at innflyta útlendska arbeiðsmegi, tá ið tørvur er á arbeiðsmegi, tí arbeiðsgevarar fáa arbeiðspláss og fáa sostatt gjørt tað, eftirspurningur er eftir - og hetta økir um vælstandin í Føroyum.

Tó er tað ikki samfelagsliga lønsamt at innflyta arbeiðsmegi til størv, sum ikki bera seg uttan at vera í einari stuðulsskipan, hvørki í løtuni ella í longdini.

Ein av hesum skipanum er fiskavirkisskipanin. Tað eru fólk, sum arbeiða á flakavirkjum, uppsjóvarvirkjum, alivirkjum og øðrum fiskavirkjum, sum kunnu verða í fiskavirkisskipanini.

Tá ið lítið ella einki er at gera á fiskavirkjunum, hava tey rætt til arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini í upp til 32 tímar um vikuna.

Í fjør vóru útlendingar 45 prosent av teimum, sum vóru í fiskavirkisskipanini.

Útlendska arbeiðsmegin fær tí - eins og føroyingar - stuðul fyri einki at gera, tá ið eingin fiskur er.

– Tað er ikki samfelagbúskaparliga skilagott at innflyta arbeiðsmegi til »arbeiðsloysi«, sigur Búskaparráðið.

Vit eiga bara at sleppa at innflyta útlendska arbeiðsmegi til vinnur, sum eru lønandi fyri samfelagsbúskapin, leggja tey afturat.

Tey halda at tí er tað neyðugt at útgreina hesi viðurskifti. 

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

30. oktober kl. 09:14