Ongi úrslit

Sami maður tikin fyri at stjala úr tveimum handlum

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Tíðliga í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at melda, at ein maður hevði verið inni og stolið sigarettir. Stuldurin hevði verið dagin fyri, men tey høvdu uppdagað tað á vakmyndatólum í gjár.

Á vakmyndatólunum sást eisini, hvør tjóvurin var, so hann varð tikin og skuldsettur. Hann hevði stolið sigarettir fyri 900 krónur.

Men seinni í gjár varð eisini ringt til løgregluna úr einum øðrum handli at melda, tí eisini har hevði ein maður verið og stolið. Tað vísti seg at vera sami maður og í hesum handlinum hevði hann stolið turran fisk og tað var eisini fyri 900 krónur.

Løgreglan sigur, at talan var um ein vaksnan mann. Hann hevur rætt og slætt greitt løgregluni frá, at hann átti ongar pengar og tað var tí at hann hevði stolið.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42