Ongi úrslit

Samleikin herðir trygdina: Nýggj ávaring skal steðga sms-sviki

Eftir at talið av sms-svikum í Føroyum er vaksið munandi, fær Samleikin nú eitt nýtt trygdarstig, sum skal gera tað torførari hjá teldusníkum at lumpa brúkarar.

© Talgildu Føroyar.
Talið av svikum við sms-boðum er vaksið munandi í Føroyum síðan februar, og samstundis eru álopini vorðin snildari. Tí verður nú ein nýggj ávaring tikin í nýtslu í Samleika-appini.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Talið av svikum við sms-boðum er vaksið munandi í Føroyum síðan februar, og samstundis eru álopini vorðin snildari. Tí verður nú ein nýggj ávaring tikin í nýtslu í Samleika-appini.

Følsk netbankasíða kann lumpa brúkarar

Í summum førum royna teldusníkar at fáa fólk at rita inn við Samleikanum á einari síðu, sum sær út sum ein føroysk netbankasíða. Í veruleikanum er talan tó um eina falska síðu, sum teldusníkar hava gjørt.

Er illgruni um svik, kemur nú ein ávaring fram á skermin, tá brúkarin verður biðin um at góðkenna myndir og skriva loynitalið. Brúkarin skal tá steðga á og kanna, um hann veruliga er í holt við at rita inn á eina tænastu, sum brúkar Samleikan.

Kennist brúkarin ikki við innritanina, skal hon avlýsast.

Eyka verja – ikki trygdarbrot

Talgildu Føroyar leggja dent á, at nýggja ávaringin ikki merkir, at trygdarbrot er hent í Samleikanum. Hon er eitt eyka trygdarstig, sum skal hjálpa brúkarum at varnast svik, áðrenn ein innritan verður góðkend.

Ávaringin skal eisini fáa brúkaran at steðga á og lesa boðini væl, áðrenn hann góðkennir nakað við Samleikanum. Tøknilig trygd er ein týðandi partur av verjuni, men atburðurin hjá brúkaranum hevur eisini stóran týdning.

Nýggja trygdarstigið varð tikið í nýtslu 26. august.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

Í gjár kl. 11:45