Ongi úrslit

Samsýningin er dragnað: Fosturforeldur kunnu fáa upp í 88.000 krónur ov lítið

Kommunufelagið vil hava samsýningina til fosturforeldur hækkaða longu frá 1. januar 2027. Hækkingin er mett at kosta kommununum góðar fimm milliónir krónur árliga.

Fosturforeldur hava ein avgerandi leiklut í føroyska barnaverndararbeiðinum. Nú vilja kommunurnar tryggja teimum betri fíggjarligar treytir.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Kommunufelagið tekur undir við áheitanini frá 79 fosturforeldrum, sum 8. november vendu sær til allar borgarstjórar í landinum við ynski um hægri samsýning.

Samsýningin stóð í stað frá 2015 til 2021, og sambært fosturforeldrunum hava hækkingarnar seinastu árini ikki verið nóg stórar til at halda tørn við prísvøksturin og vanligu lønarmenningina.

Sambært teirra útrokningum kunnu fosturforeldur í 2027 fáa millum 25.000 og 88.000 krónur minni í árligari samsýning, enn tey høvdu fingið, um samsýningin hevði fylgt lønarmenningini.

Torført at finna fosturfamiljur

Ein av størstu avbjóðingunum í fosturforeldraskipanini er at fáa nýggj fosturforeldur og varðveita tey, sum longu eru í skipanini.

Sambært fosturforeldrunum ger lága samsýningin tað torført at fáa familjur at átaka sær uppgávuna. Avleiðingin kann vera, at barnaverndartænasturnar ikki finna hóskandi fosturheim til børn, sum hava tørv á tí.

Sambært áheitanini búgva 80 prosent av teimum 102 børnunum, sum eru sett heiman, hjá fosturfamiljum. Hini 20 prosentini búgva á barnaverndarstovni.

Vil hava skjóta lógarbroyting

Mentamálaráðið arbeiðir í løtuni við at endurskoða fosturforeldraskipanina. Kommunufelagið heldur tó, at eingin orsøk er til at bíða, til hetta arbeiðið er liðugt.

Felagið hevur tí heitt á Mentamálaráðið um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið, so samsýningin kann hækka skjótast gjørligt, helst frá 1. januar 2027.

Kommunufelagið leggur dent á, at fosturforeldur røkja eina týdningarmikla samfelagsuppgávu, og at fíggjarligu treytirnar eiga at vera hareftir.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

Í gjár kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

11 tímar síðan

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20