Ongi úrslit

Sandship styrkir flotan: Vón Artic komið til Føroya

Vón Artic kom í dag til Føroya og er sætta skipið hjá Sandship. Skipið skal flyta alifóður millum Noregs, Íslands og Skotlands.

© Privat mynd.
Vón Artic er 85,5 metrar langt og tekur upp í 2.500 tons av alifóðri.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Vón Artic er 85,5 metrar langt og tekur upp í 2.500 tons av alifóðri.

Skipið skal sigla regluliga millum Noregs, Íslands og Skotlands. Áðrenn tað kom til Føroya, hevði tað lastað alifóður frá BioMar í Noregi.

Vón Artic er sætta skipið í flotanum hjá Sandship í Fuglafirði. Hini skipini eru Vón Feeder, Vestland, Vitin, Vestborg og Sandfrakt.

Skal brúka minni olju

Vón Artic hevur verið til umbyggingar í Póllandi í fimm mánaðir. Skipið hevur fingið eina nýggja skipan frá Emerson, sum stýrir motori og skrúvu og skal minka útlátið.

Sambært Suna Justinussen, stjóra í Magn, væntast skipanin at minka oljunýtsluna við 15–20 prosentum. Hon kostaði umleið tvær milliónir danskar krónur.

Magn skal veita Vón Artic brennievni og smyrjiolju.

Mest lisið hesa vikuna

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

10 tímar síðan

Nú verður bíligari hjá fólki at fáa sær ein bústað - men bara til eitt vist

3. august kl. 07:06

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

7 tímar síðan