Ongi úrslit

Sara og Kára hava fingið A-landsliðsboð

Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur kunngjørt hópin, sum skal umboðað Føroyar í venjingardystunum ímóti Andorra 9. og 12. oktobur. Nýggjar á A-landsliðnum eru Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen

Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson hava mangan umboðað Føroyar í u-landsliðshøpi og sleppa nú at royna seg sum A-landsliðsleikarar
fsf.fo/Jóhanna Thomsen
3 tímar síðan

Fyrst í oktober mánað fer A landsliðið við kvinnum til Andorra at spæla tveir venjingardystir. Hesir dystir eru liður í fyrireikingunum til Baltic Cup, sum verður í Estlandi seinni í ár. Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum skal við til Andorra at umboða Føroyar.

Millum tær 19, sum eru úttiknar eru tvey nýggj, tó ikki ókend, andlit. 17 ára gomlu Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen eru úttiknar til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. Tær hava drúgvar royndir við u-landsliðnum, eitt nú umboðaðu tær Føroyar í U17 EM endaspælinum, sum var í Føroyum fjør summar. Tær spæla í dag við U19 hjá FC Nordsjælland og hava eisini fingið minuttir í bestu donsku deildini.

Hópurin
Gunnvá Lutzen HB
Brá Zakariasardóttir HB
Óluva Allansdóttir Joensen KÍ
Birita Ryan KÍ
Durita Hummeland KÍ
Tórunn Højgaard Joensen KÍ
Eyðvør Klakstein KÍ
Sanna Svarvadal KÍ
Maria V Johansen KÍ
Heidi Sevdal KÍ
Jancy Mohr KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir Víkingur
Mona Rasmusdóttir Víkingur
Natalia Dansdóttir Olsen Víkingur
Eydna Olsen Dalheim Víkingur
Anna C Brændstrup OB (Danmark)
Sara Benjaminsen FCN (Danmark)
Kára Sigurðsson FCN (Danmark)
Teresa Jacobsen ULM Warhawks (USA)

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11