Føroysku seglskipini leggja at í Leirvík klokkan 17 fríggjadagin 21. august. Í sambandi við vitjanina verður skipað fyri ókeypis tiltaki við mati, undirhaldi fyri børn, felagssangi og dansi.
Suppa og undirhald fyri børn
Skótarnir skipa fyri undirhaldi fyri børnini frá klokkan 17, og vitjandi kunnu grilla sneisabreyð. Klokkan 18 verður suppa borðreidd á brandstøðini. Báta- og Listasavnið er opið frá klokkan 16 til 21, og Lávusarhús hevur opið við kafé og ymiskum til sølu frá klokkan 18 til 22.
Dansur til langt út á kvøldið
Klokkan 21 heldur Per Martin Gregersen røðu, og síðani verður felagssangur á brandstøðini. Klokkan 23 verður dansur við LM Band. Atgongdin til bæði tiltakið og dansin er ókeypis.