Fríggjadagin 6. november verður Hotel Hilton Garden Inn í Havn karmur um vísindaligu ráðstevnuna Vitan til varandi aling (VTVA 2026). Á skránni eru millum annað veðurlagsbroytingar, laksalús, sjóvarhiti og ávirkanin, sum alivinnan hevur á náttúruna.
Firum skipar fyri ráðstevnuni, og seinasta freist at melda seg til er í dag, týsdagin 3. november.
Hetta er fimtu ferð, at Firum skipar fyri ráðstevnuni. Endamálið er at leggja fram nýggjastu granskingarúrslitini og styrkja samstarvið millum granskarar og alivinnu.
Sjóvarhiti, reyðæti og laksalús
Havstovan verður umboðað við tveimum framløgum.
Klokkan 11.20 fer Eilif Gaard at greiða frá reyðæti, týdningi tess fyri lívið í havinum og møguleikunum fyri vinnuligari veiðu.
Klokkan 13.25 fer Bogi Hansen at viðgera, hvussu sjóvarhitin við Føroyar væntandi fer at broytast komandi árini.
Granskarar á Firum fara eisini at viðgera sambandið millum veðurlag og laksalús og ávirkanina, sum føroyska alivinnan hevur á upsastovnin.
Harumframt verða framløgur um umhvørvisstøðuna á føroysku firðunum og táknuheilsuna hjá alilaksi.
Alivinnan og granskarar kjakast um framtíðina
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við alimálum, setur ráðstevnuna klokkan 9.15.
Seinnapartin verður panelorðaskifti um, hvørja vitan okkum vantar fyri at tryggja eina varandi alivinnu.
Millum luttakararnar eru Bjarni Larsen, alistjóri á Bakkafrost, Unn Laksá, stjóri á Sjókovanum, og umboð fyri Heilsufrøðiligu starvsstovuna og Umhvørvisstovuna.
Skrásetingin byrjar klokkan 8.30, og ráðstevnan endar klokkan 16.15.