Seinasta freist at tekna seg til Vinnudagin 2026 er á midnátt í kvøld, 15. september. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 18. september, og sambært Vinnuhúsinum eru enn nøkur pláss eftir.
Vinnudagurin savnar vinnulívsfólk og onnur við tilknýti til føroyskt vinnulív. Á skránni eru fyrilestrar, kjak og avdúkingarnar av Ársins Virki og Vinnuátakinum.
LEGO og Kina á skránni
Claus Søberg Larsen, leiðari fyri Mould Academy hjá LEGO Group, fer at greiða frá arbeiðinum við at menna fakligar førleikar og útbúgva lærlingar til verksmiðjurnar hjá LEGO. Eisini luttekur Ole Hammer, stjóri fyri Government & Public Affairs hjá LEGO Group í Danmark.
Journalisturin og rithøvundurin Christina Boutrup fer at tosa um Kina, geopolitikk og altjóða tøknimenning. Hon hevur í nærum 20 ár starvast sum journalistur og uttanríkiskorrespondentur í Asia.
Vitlíki fær stóran leiklut
Ein røð av styttri fyrilestrum hevur heitið „Hvussu vitlíki munar“. Har verður dentur lagdur á ítøkiligar loysnir og úrslit, eitt nú hvussu vitlíki kann spara tíð og arbeiðsorku og gera arbeiðsgongdir munabetri.
Síðani verður kjak um, hvussu vitlíki kann broyta føroyskt vinnulív og samfelag tey næstu fimm árini. Ulla Joensen, Jaspur Højgaard, Tóri Slættalíð og Kristian Eli Zachariasen luttaka í kjakinum. Uni Holm Johannesen verður orðstýrari.