Ongi úrslit

Seinasti møguleiki í Leirvík: Gripir av Toftanesi verða sýndir fram

Komandi vikuskifti er seinasti møguleiki at vitja framsýningina um útgrevsturin á Toftanesi í Gamla skúla í Leirvík.

Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Komandi leygardag og sunnudag verður framsýningin í Gamla skúla í Leirvík opin fyri seinastu ferð. Framsýningin, sum hevur verið opin hvørt vikuskifti í summar, tekur støði í útgrevstrinum á Toftanesi.

Gripir úr útgrevstrinum

Á framsýningini eru fleiri av gripunum, sum vórðu funnir undir útgrevstrinum á Toftanesi.

Gestir kunnu eisini ogna sær eina eftirgerð av brosjuni, sum varð funnin á Toftanesi. Brosjan er 26 millimetrar í tvørmáti, úr bronsu ella silvuri og gjørd í Borre-sniði. Gullsmiðurin Ghita Ring hevur gjørt eftirgerðina.

Framsýningin er opin leygardagin 12. september frá klokkan 10 til 17 og sunnudagin 13. september frá klokkan 13 til 17. Atgongdin er ókeypis.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

Í gjár kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

Í gjár kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

18 tímar síðan