Ongi úrslit

Seks ár uttan flogflutning: Hiddenfjord hevur spart 400.000 tons av CO₂

Avgerðin um at gevast við flogflutningi hevur ikki bert minkað munandi um CO₂-útlátið, men eisini verið við til at menna framleiðsluna og styrkja støðuna hjá Hiddenfjord á altjóða marknaðinum

Hiddenfjord/Tíðindaskriv
54 minuttir síðan

Í dag eru seks ár liðin, síðani Hiddenfjord gavst at flyta laks við flogfari. Síðani tá hevur føroyska alifyritøkan flutt 3.200 bingjur við feskum laksi sjóvegis til USA og spart umhvørvinum fyri tilsamans 400.000 tonsum av CO₂-útláti.

 

Tann 10. oktober 2020 steðgaði Hiddenfjord við flogflutningi av laksi til fjarmarknaðirnar. Endamálið var at minka munandi um CO₂-útlátið.

 

Í 2019 stavaði meira enn helvtin av samlaða CO₂-útlátinum hjá Hiddenfjord frá flutningi av laksi til fjarmarknaðir. Við at gevast við flogflutningi og í staðin flyta allan laksin sjóvegis, minkaði útlátið frá flutningi uttanlands við heili 94 prosentum. Av tí at flutningurin stóð fyri so stórum parti av samlaða útlátinum, hevði broytingin eisini við sær eina munandi minking í samlaða CO₂-útlátinum hjá Hiddenfjord.

 

Seks ár seinni hevur avgerðin givið stór úrslit. Hiddenfjord hevur nú flutt 3.200 bingjur við feskum laksi sjóvegis til USA, sum eisini er størsti marknaðurin hjá felagnum. Samanlagt er CO₂-sparingin komin upp á 400.000 tons, samanborið við um laksurin framvegis varð fluttur við flogfari.

 

Til samanberingar svarar henda sparingin til meira enn fýra mánaðir av samlaða føroyska útlátinum av vakstrarhúsgassi. Sambært Umhvørvisstovuni var føroyska útlátið í 2025 umleið 1,1 millión tons av CO₂-eindum, íroknað útlát frá fiskiskipum.

 

Ein avgerð, sum hevur gjørt stóran mun

 

– Vit hildu okkum hava eina moralska skyldu at minka okkara CO₂-útlát. Tá vit tóku avgerðina fyri meira enn seks árum síðani, vistu vit, at tað fór at krevja stórar broytingar. Men vit vóru sannførd um, at hetta var rætta leiðin. Í dag kunnu vit staðfesta, at avgerðin hevur gjørt ein sera stóran mun fyri umhvørvið, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

 

Tá Hiddenfjord gavst at flyta laks loftvegis, vóru fleiri ivasom um, hvørt tað fór at bera til at varðveita góðskuna á feska laksinum, serliga á amerikanska marknaðinum.

 

Avgerðin setti tó ferð á eina menning, har Hiddenfjord legði enn størri dent á at betra um tøkuna, handfaringina, kølingina og flutningin av laksinum. Hetta hevur havt við sær, at laksurin í dag hevur enn betri góðsku og haldføri enn áður.

 

Betri góðska og minni útlát

 

Við serligu tøkuskipanini hjá Hiddenfjord verður laksurin pakkaður innan tríggjar tímar eftir tøku. Saman við einari óbrotnari køliketu, frá framleiðsluni í Føroyum til kundan í USA, ger hetta tað møguligt at flyta feskan laks sjóvegis og samstundis varðveita høgu góðskuna.

 

Avgerðin um at gevast við flogflutningi hevur sostatt ikki bert minkað munandi um CO₂-útlátið, men eisini verið við til at menna framleiðsluna og styrkja støðuna hjá Hiddenfjord á altjóða marknaðinum.

 

– Tað, sum byrjaði sum ein avgerð um at taka størri ábyrgd fyri umhvørvinum, hevur eisini gjørt okkum til eina betri fyritøku. Vit hava prógvað, at tað ber til at flyta feskan laks langar leiðir sjóvegis og samstundis veita eina vøru í heimsflokki. Tað eru vit sera errin av, sigur Atli Gregersen.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55