Ongi úrslit

Seks bilførarar fingu klipp í gjár

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í gjár var ferðsludeildin hjá løgregluni á ferð og kannaði ferðsluna. Løgreglan sigur, at seks bilførarar vórðu tiknir, og teir fáa allir bæði bót og klipp í koyrikortið.

Fimm bilførarar vórðu tiknir fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyrdu og tað fingu teir 1.500 krónur í bót fyri, umframt at teir fingu klipp í koyrikortið. Tríggir av teimum vórðu tiknir í Havn og hinir báðir vórðu tiknir Millum Fjarða.

Ein varð eisini tikin fyri at koyra alt ov skjótt Millum Fjarða, Hann koyrdi 108 kilometrar um tíman og tað fær hann eisini bót og klipp í koyrikortið fyri, tí har er bara loyvt at koyra 80. Bótin er einar 2.000 krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

22 tímar síðan

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44