Ferðamátingar vóru í gjár gjørdar á strekkinum úr tunlinum og oman ímóti rundkoyringina í Kollafirði. Tað resulteraði í, at heilir seks bilførarar fingu klipp í koyrikortið.
Fimm av teimun koyrdu ov skjótt, ímillum 105 og 134 kilometrar um tíman, har tann sum koyrdi skjótast, eisini fekk treytaða frádøming av koyrikortinum.
Tann sætti bilførarin yvirhálaði yvir eina sperrilinju, sum eisini gevur eitt klipp.