Ongi úrslit

Semja gjørd við handverkarafeløgini

Lønin hækkar 2,58 prosent 1. oktober 2026 og síðani 4,00 prosent 1. oktober 2027

industry.fo/Føroya Arbeiðsgevarafelag
1 tími síðan

Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag hava gjørt semju við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna um nýggjan sáttmála fyri handverkarar.

Við nýggju semjuni hækkar lønin við 2,58 prosentum 1. oktober 2026 og síðani við 4,00 prosentum 1. oktober 2027.

Harumframt eru ymiskar aðrar broytingar gjørdar í sáttmálanum.

Semjan er galdandi í tvey ár og er grundað á karmin, sum varð ásettur 1. mai í ár.

Við semjuni er sáttmálin við handverkarafeløgini komin upp á sama støði sum aðrar semjur, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í verandi sáttmálarundu.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50