Ongi úrslit

Semja um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar

Lønirnar hækka við 3,95 prosentum 1. oktober 2026 og síðani við 4,00 prosentum 1. oktober 2027

industry.fo/Føroya Arbeiðsgevarafelag
1 tími síðan

Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá føroyskum flogteknikarum

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 3. september semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar.

Semjan ber við sær, at lønirnar hækka við 3,95 prosentum 1. oktober 2026 og síðani við 4,00 prosentum 1. oktober 2027.

Samlaði lønarkarmurin í sáttmálaskeiðinum er sostatt 7,95 prosent.

Karmurin er á sama støði sum í øðrum semjum, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini.

 

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50