Elsa Berg tók ímóti sendiharranum, sum vísti stóran áhuga fyri Føroyum og fyri Tórshavnar kommunu. Fundurin snúði seg í stóran mun um filipsoyingar í Føroyum, sum sendiharrin við toymi hevur verið í samband við á vitjan síni í Føroyum.
Eisini skiftu tey orð um ferðavinnu, umhvørvi, mál og mentan, og hvat samband annars er millum Føroyar og Filipsoyggjar.
Pablito Mendoza er saman við toymi sinum nú farin aftur til Keypmannahavnar.