Ongi úrslit

Sera gott ár hjá Varðanum: Úrslitið nærum tvífaldaðist

Varðin hevði munandi betri úrslit í 2025 enn árið frammanundan, hóast uppsjóvarskipini høvdu minni nøgd at arbeiða við.

© Varðin.
FD 86 Finnur Fríði.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Úrslitið eftir skatt var 231 milliónir krónur í 2025, samanborið við 119 milliónir krónur í 2024. EBITDA var 368,4 milliónir krónur, samanborið við 304,6 milliónir krónur árið fyri.

Felagið rindaði 132,5 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum og skatti í 2025. Seinastu fimm árini hevur Varðin tilsamans rindað góðar 612 milliónir krónur í tilfeingisgjøldum og skatti.

Sambært felagnum hava tilfeingisgjøld og skattur seinastu fimm árini í miðal verið 47 prosent av úrslitinum áðrenn tilfeingisgjald og skatt.

Minni nøgd gav kortini hægri virði

Hóast uppsjóvarskipini høvdu minni nøgd, hækkaði samlaða avreiðingarvirðið við 46 milliónum krónum. Avreiðingarvirðið var 634 milliónir krónur í 2025.

Gongdin hjá botnfiskaskipunum vendi eisini rætta vegin. Eftir fleiri ár við veikum úrslitum høvdu skipini góðan fiskiskap í 2025. Samstundis vóru prísirnir á botnfiski góðir.

Úrslitið hjá botnfiskaskipunum vendi frá halli í 2024 til 3,4 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2025.

Faroe Origin, sum Varðin eigur helvtina av, hevði eisini eitt gott ár. Hjá Faroe Marine Products vendi ringa gongdin, og virkið hevði 4,4 milliónir krónur í úrsliti í 2025.

Tveir nýggir frystitrolarar koma í flotan

Varðin gjørdi onga nýggja skipaíløgu í 2025, men í 2026 koma tveir nýggir frystitrolarar í flotan.

Dunga Jákup, sum verður bygdur hjá MEST, verður latin seint í august. Sjúrður Tollaksson, sum verður bygdur hjá Karstensens Skibsværft í Skagen, verður latin umleið ein mánað seinni.

Íbúðarverkætlan í Norðragøtu

Samstundis heldur arbeiðið við íbúðarverkætlanini Eyðabø fram. Fyrsti parturin við 24 leiguíbúðum í Norðragøtu verður liðugur á heysti 2026. Næsti parturin verður eftir ætlan liðugur tíðliga í 2027.

Íløgurnar í skip og íbúðir eru tilsamans 426 milliónir krónur.

Varðin hevði í 2025 umleið 350 fólk í starvi. Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir vóru 267,9 milliónir krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57