Liljan Weihe hevur sent landsstýrismanninum í mentamálum, Bárði á Lakjuni, fimm skrivligar spurningar um framtíðina hjá dagstovnaøkinum eftir samanleggingina av Sernámi og Undirvísingarstýrinum.
Hon spyr millum annað, hvørja ávirkan nýggi bygnaðurin fer at hava á dagstovnar, hvussu skjót og dygdargóð sernámsfrøðilig ráðgeving verður tryggjað, og hvussu dagstovnaøkið verður umboðað í nýggju skipanini.
Ótti fyri, at børn detta niður ímillum
Í viðmerkingunum vísir Liljan Weihe á, at Sernám ikki bara arbeiðir við skúlabørnum, men eisini við børnum frá 0 til 18 ár. Tí hevur tað stóran týdning, hvussu dagstovnaøkið verður raðfest í nýggja bygnaðinum.
Hon leggur dent á, at fyribyrging, inklusjón og tvørfakligt samstarv eru avgerandi fyri menning og trivnað hjá børnum, serliga áðrenn tey koma í skúla.
Krevur greiðari ábyrgdarbýti
Løgtingskvinnan vísir eisini á, at tað javnan hendir, at børn við serligum tørvi detta niður ímillum skipanir og ábyrgdarøki hjá landi og kommunum.
Tí spyr hon, um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til eina greiðari skipan fyri ábyrgdarbýti og samstarv millum kommunur, dagstovnar, Sernám og landsmyndugleikar.
Samanleggingin av Sernámi og Undirvísingarstýrinum varð sett í verk 1. juni. Sambært landsstýrismanninum er endamálið at skapa størri samanhang millum sernámsfrøðiliga virksemið og undirvísingarøkið sum heild.