Ongi úrslit

Serstakir túrar úr Klaksvík til Kalsvíkar

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Skipað verður í ár fyri tveimum summartúrum við Draganum úr Klaksvík norður til Kalsvíkar, sum liggur norðast á Kalsoynni. Tað er Visit North sum stendur fyri tiltakinum.

Á ferðini fáa luttakararnir høvi at uppliva eitt serstakt føroyskt landslag frá sjónum, har brøttu fjøllini á Kalsoynni og Kunoynni reisa seg úr havinum. Á leiðini verður eisini siglt fram við fuglabjørgum, har eitt fjølbroytt fuglalív heldur til.

Umborð verður eisini tónleikur á skránni. Rani Nolsøe fer at framføra við gittara og sangi, og syngja løg um Føroyar og føroysku náttúruna.

Túrarnir verða fríggjakvøldini 24. og 31. juli frá klokkan 18.00 til 21.00.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47