Nú skal tað bera til at heiðra føroyingar, sum avrika nakað heilt serstakt fyri land og tjóð, við einum serføroyskum heiðursmerki, ella tignarmerki, sum tað eitur.
Tað heur Beinir Johannesen, løgmaður, lagt uppskot fyri Løgtingið um.
Hetta er eitt gamalt mál, tí tað eru fýra ár síðani, at Løgtingið samtykti eitt uppskot frá løgtingsfólkunum, Bjørt Samuelsen, Ruth Vang, Kristini Michelsen, Helga Abrahamsen, Christiani Andreasen og Bill Justinussen um hetta sama.
Ein orsøk til er at á henda hátt kann tað almenna vísa fólki takksemi og viðurkenning fyri fyrimyndarlig avrik, sum gagna samfelagnum og menniskjanum sum heild.
Føroyar hava einki alment heiðurstekinheiður ið kann latast kvinnum og monnum, sum á serstakan, dyggan og rósverdugan hátt, tæna landi og fólki.
Her verður hugsað um fólk, uttan mun til starvsøki ella samfelagsstætt og tað kann vera í øllum pørtum í samfelagnum, bæði avrik innan almenna tænastu, vinnulív, list, vísindi, heilsufremjan, fakfelagsarbeiði, tónleik, ítrótt, manngóðum og sjálvbodnum arbeiði og so frameftir. Heiðurin skal, umframt føroyingum, eisini kunna latast útlendingum, sum gera eitthvørt serstakt fyri Føroyar.
Ein nevnd skal geva løgmanni tilmæli um, hvør skal fáa heiðurin og tignarmerki skal handast í Tinganesi 1. januar, nýggjársdag. Men undir serligum umstøðum kann tað eisini handast uttanlands, ella av varaløgmanni, ella onkrum øðrum.