Nú skulu nýggj mørk setast fyri, hvussu nógv dálkandi evni í mesta lagi kunnu vera í matvørum.
Samstundis verður eisini ein nýggj kunngerð sett í gildi fyri, hvussu nógvar leivdir av heilivági, í mesta lagi kunnu vera í matvørum av djórum.
Tað er endamálið við tveimum kunngerðum, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at seta í gildi í næstum.
Tað merkir, at allar matvørur skulu lúka krøvini hjá ES um markvirði av dálkingarevnum og leivdum av heilivági.
Tann, sum ikki heldur markvirðini, fær bót, men undir ávísum umstøðum kann talan eisini verða um fongsulsrevsing.
Tað er um so er, at farið verður upp um markvirðini við vilja, ella av grovum ósketni, ella um heilsuskaði stendst av tí, ella um vandi er fyri heilsuskaða.
Men hevur tann, sum fer upp um markvirðini, fingið fíggjarligan vinning burtur úr tí - ella ætlaði at fáa tað - kann talan eisini verða um fongsulsrevsing.