Ongi úrslit

Setrið hevur tøk pláss á 14 útbúgvingum: Freistin er týsdagin á midnátt

Enn ber til at søkja um lestrarpláss á 14 útbúgvingum á Fróðskaparsetri Føroya. Umsóknarfreistin er týsdagin 11. august á midnátt.

© Fróðskaparsetur Føroya.
Fróðskaparsetur Føroya hevur enn tøk lestrarpláss á 14 útbúgvingum, sum byrja seinni í august. Evsta freist at søkja er týsdagin 11. august 2026 á midnátt.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Fróðskaparsetur Føroya hevur enn tøk lestrarpláss á 14 útbúgvingum, sum byrja seinni í august. Evsta freist at søkja er týsdagin 11. august 2026 á midnátt.

Upptøkutreytirnar eru tær somu sum til vanligu upptøkuna. Lestrarplássini verða latin so hvørt, sum umsóknirnar koma inn. Tí kann tað hava týdning at senda umsóknina skjótast gjørligt.

Millum útbúgvingarnar eru búskapar- og virkisfrøði, føroyskt mál og bókmentir, samfelagsvísindi, stjórnmálafrøði, søga, námsfrøði, mýlalívsvísindi, elverkfrøði og byggiverkfrøði. Eisini eru tøk pláss á hjánámi og masterútbúgvingum.

Lestrarbyrjan 17. august

Umsóknin og avrit av viðkomandi skjølum skulu sendast til umsokn@setur.fo. Lestrarbyrjan er mánadagin 17. august. Meira fæst at vita frá Lestrarskrivstovuni á telefon 352520 ella við telduposti til LSS@setur.fo.

Meira fæst at vita á hesari síðu hjá Setrinum.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

Í gjár kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58