Fróðskaparsetur Føroya hevur saman við hinum limunum í europeisku universitetssamgonguni EUNICoast skrivað undir Burgas-yvirlýsingina, sum staðfestir langskygdan vilja um samstarv.
Fróðskaparsetur Føroya er strategiskur limur í EUNICoast, og nú er kósin sett fram móti 2037.
Martin Tvede Zachariasen, rektari, hevur saman við hinum 12 rektarunum skrivað undir Burgas-yvirlýsingina, sum staðfestir felags langskygdan vilja til at styrkja samstarvið um útbúgving, gransking, nýskapan og burðardygga menning.
Yvirlýsingin varð samtykt á fundi hjá stýrinum fyri rektarar í EUNICoast í Burgas í Bulgaria tann 17. september 2026. Í yvirlýsingini vátta leiðararnir á teimum trettan lima-universitetunum, at EUNICoast er ein varandi og strategiskur sameindur samstarvspallur, hvørs mál røkka langt út um einstøk verkætlanarskeið og fíggjarætlanir.
Ein týðandi partur av yvirlýsingini er góðkenningin av strategiætlanini hjá EUNICoast, sum gongur fram til 2037, og sum setur felags kósina hjá samstarvinum næstu 10 árini. Strategiin bindur saman samstarv um útbúgving, gransking og nýskapan.
Í yvirlýsingini verður eisini staðfest, at EUNICoast fer at arbeiða fyri at víðka samstarvið við samstarvspørtum uttan fyri Europa.
Samstundis samtykti stýrið eisini eina serstaka yvirlýsing um akademiskt frælsi og ábyrgd í menningini av vitan.
Har verður staðfest, at frí og ábyrgdarfull gransking, stovnsfrælsi og sakligt orðaskifti eru grundleggjandi fortreytir fyri álítandi vitan, fólkaræði og álit á universitetini.
Við undirskrift síni váttar Fróðskaparsetur Føroya sín vilja at vera virkin partur av arbeiðinum at menna EUNICoast sum eina sterka europeiska universitetssamgongu við serligum denti á framtíðina hjá strandar- og oyggjasamfeløgum.
Fróðskaparsetur Føroya hevur verið limur í EUNICoast síðani 2024, sum lesast kann um HER.
Lesið yvirlýsingina HER.
Og lesið meira um strategiina 2026-2037 HER.