Ongi úrslit

Setrið vekir áhugan fyri lívfrøði: 187 miðnámsskúlanæmingar royndu seg sum granskarar

187 miðnámsskúlanæmingar úr øllum Føroyum hava í oktober roynt seg á starvsstovunum á Fróðskaparsetrinum. Endamálið er at fáa fleiri ung at lesa lívfrøði.

© Amanda Vang / Fróðskaparsetur Føroya.
Framtíðar granskarar? Miðnámsskúlanæmingar royna seg við vísindaligum kanningum á starvsstovunum á Fróðskaparsetri Føroya. Mynd: Amanda Vang.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Fróðskaparsetur Føroya hevur aftur í ár boðið miðnámsskúlanæmingum at royna seg sum granskarar.

Tvær tær seinastu vikurnar í oktober vitjaðu 187 næmingar Náttúruvísindadeildina. Har sluppu teir sjálvir at gera vísindaligar royndir við útgerð, sum verður brúkt á universitetinum.

Átakið skal vekja áhugan fyri lívfrøði og vísa ungum, hvørjir útbúgvingarmøguleikar eru í Føroyum.

Frá einari skúlavitjan til landsumfatandi átak

Tað byrjaði við einum flokki av Glasi, sum hevði lívfrøði á A-stigi. Næmingarnir sluppu at gera eina starvsstovuroynd, og vitjanin eydnaðist so væl, at aðrir lærarar eisini vildu senda sínar næmingar á Setrið.

Síðani er átakið ment og víðkað.

Í fjør vórðu allir miðnámsskúlar í Føroyum bodnir at senda flokkar við lívfrøði á A- ella B-stigi á vitjan.

Tá meldaðu 211 næmingar seg til. Í ár vóru teir 187, sum eru 24 færri enn í fjør.

Næmingarnir koma úr Havn, Vestmanna, Suðuroy, Kambsdali og Klaksvík.

Kanna kynskromosom á starvsstovuni

Á vitjanini gera næmingarnir eina PCR-roynd, har teir kanna kynskromosom.

Royndin er lagað til miðnámsskúlanæmingar og gevur teimum innlit í vísindaligar arbeiðshættir.

Samstundis fáa teir kunning um lívfrøðisútbúgvingarnar og gerandisdagin hjá teimum, sum lesa á Setrinum.

Sambært Fróðskaparsetrinum eru fleiri næmingar, sum áður hava vitjað starvsstovurnar, seinni farnir undir at lesa lívfrøði á Setrinum.

Málið er at fáa fleiri ung at síggja møguleikarnar fyri hægri útbúgving í Føroyum.

Sí fleiri myndir her.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

30. oktober kl. 09:14