Seinasta mikudag varð staðfest, tungoljan Sev hevði fingið í tangarnar á Sundi, var óbrúkilig. Sev sigur, at sostatt er staðfest, at enn einaferð, hevur Sev fingið eina last av olju, sum ikki kann brúkast.
Maskinmeistarafelag hevur upplýst fyri KvF, at hetta er triðju ferð, at hetta hendir.
Sev sigur í eini frágreiðing í dag, at starvsfólkið á Sundsverkinum hava havt nógv eykaarbeiði av at skifta og reinsa filtur fyri at halda verkið og landið gangandi.
Samstundis er stilt og gott veður, so brúk er fyri øllum verkum hjá Sev, men í løtuni ganga motorarnir á Sundsverkinum við gassolju, sum er væl dýrari enn tungolja.
Sev sigur, at hvørja ferð, tey keypa olju, verður hon kannað fyri at vita um hon lýkur altjóða krøv ella ikki.
– Harafturat hevur Sev síni egnu krøv, sum eru strangari enn altjóða krøv og sum byggja á tær royndirnar, vit hava gjørt okkum við vánaligari oljugóðsku seinastu árini, sigur Sev.
Men hóast oljan lýkur til krøvini á einum lista, merkir tað ikki automatiskt, at hon er brúkilig, sigur Sev.
– Samansetingin av oljuni er ikki longur, sum hon plagdi. Hon er ikki líka rein, og framleiðararnir koyra ymiskt evni í fyri at binda svávul, so at hon lýkur altjóða krøv, og føroysk krøv, og tað kann vera tað, sum er ein partur av orsøkini.
At oljan lýkur krøvini merkir bara, at hon er kannað fyri tey evni, sum vit kenna. Framleiðararnir finna alla tíðina nýggjar mátar, og vit renna aftaná við góðskukanningunum, sigur Sev.
– Ofta kann tann endaliga staðfestingin ikki gerast, fyrrenn mann hevur roynt oljuna í motorunum - og tað er tað, sum er gjørt í hesum førinum, sigur Sev
– Gassoljan er væl dýrari enn tungoljan, men vit taka sjálvsagt arbeiðsumhvørvið framum pengarnar, og so skjótt sum endaliga var staðfest, at oljan ikki kundi brúkast, varð skift yvir til gassolju, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í Sev í frágreiðingini.
Sev sigur, at tey taka alla tíðina til tær royndir til eftirtektar, sum tey fáa av veitingunum tey hava fingið av vánaligari olju.
Eitt nú eru arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum reinsa og skifta filtrini betraðar, fyri at hugsa um heilsuna og trygdina hjá teimum.
– Av somu orsøk, setir Sev hægri krøv til góðskuna enn altjóða krøvini gera, sigur Sev.
Í løtuni er Sev í samskifti við veitaran um at taka tað óbrúkiliga oljuna aftur, og at levera aðra olju, sum lýkur krøvini.
Annars er ein last av gassolju er á veg til Sev, og harafturat er væl av gassolju í oljugoymslunum hjá føroysku oljufeløgunum, sigur Sev.