Ongi úrslit

Sex, lokking og harðskapur: Nú skulu ung fáa betri kunning

Ov lítil kunning um revsilógina hevur við sær, at ung fremja lógarbrot uttan at vita av tí. Nýtt átak skal bøta um støðuna.

© Almenna- og Bústaðarmálaráðið.
Ókunnleiki kann fáa álvarsligar avleiðingar. Nýggja átakið SKIL SAMTYKKI skal geva ungum í Føroyum betri vitan um samtykki, revsilógina og vandarnar á netinum.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Ung í Føroyum fremja lógarbrot av misgáum, tí tey ikki kenna revsilógina nóg væl. Samstundis verða børn og ung lokkað og misnýtt av fólki, sum gera sær dælt av talgildum samskiftismiðlum.

Hetta er sambært Almanna- og bústaðamálaráðnum ein álvarsligur trupulleiki, sum nýggja átakið SKIL SAMTYKKI skal bøta um.

Endamálið er at kunna ung og vaksin um lógarbroytingar, sum hava stóran týdning fyri gerandisdagin hjá ungum í Føroyum.

Fleiri broytingar í revsilógini

Átakið leggur dent á tríggjar broytingar í revsilógini, sum eru komnar í gildi seinastu árini.

Í 2022 varð sex uttan samtykki gjørt revsivert. Í 2024 komu ásetingar um kynsliga avnoyðslu og lokking, og í 2025 vórðu sálarligur harðskapur og tráfylging gjørd revsiverd.

Sambært ráðnum er trupulleikin, at almenningurin ikki hevur fingið nóg góða kunning um lógarbroytingarnar. Hetta er serliga galdandi fyri børn og ung.

Avleiðingin er, at ung kunnu bróta lógina av misgáum, samstundis sum onnur verða fyri ágangi á netinum.

Ung skulu kenna seg aftur

SKIL SAMTYKKI vendir sær serliga til ung í miðnámsskúlaaldri, men eisini til foreldur, lærarar og onnur vaksin.

Kunningartilfarið byggir á verulig dømi og samrøður millum ung.

Sig Frá, Javnstøðuskrivstovan og Amnesty Føroyar standa aftan fyri átakið í samstarvi við aðrar viðkomandi partar.

Átakið byggir víðari á samstarvið, sum áður hevur staðið fyri átøkunum „Sex krevur samtykki“ og „Mynd krevur samtykki“.

Tilfarið verður lagt á sosialar miðlar og savnað á heimasíðuni samtykki.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

Í gjár kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54