Eitt gott prát, ein gongutúrur ella ein gamal sangur, sum vekur minnir. Tað eru ofta smáu løturnar, sum gera stóran mun. Og júst tær vil føroyska songkvinnan Sigrið Rasmussen nú gera til sítt livibreyð.
Hon hevur stovnað fyritøkuna Hjem er bedst í Aalborg, har hon bjóðar eldri fólki persónliga hjálp, samveru og tónleik.
Á Facebook kunngjørdi hon 11. oktober, at nýggja virksemið nú er klárt.
Tíggju ár við eldri fólki
Sigrið Rasmussen, sum er fødd og uppvaksin í Føroyum, hevur seinastu tíggju árini arbeitt við eldri fólki og fólki við demens í Aalborg Kommunu.
Nú vil hon nýta royndirnar í síni egnu fyritøku.
– Eg bjóði eldri fólki í Aalborg og nærumhvørvinum hjálp, samveru og nærveru. Tað skal vera tíð til innkeyp, gongutúrar, lætta praktiska hjálp, góðar samrøður og tónleik, sum vekur minnir. Við tíggju ára royndum við tónleikaviðgerð á røktarheimum ynski eg at skapa tryggleika og gleði í gerandisdegnum, har ynskini hjá tí einstaka eru í miðdeplinum, skrivar hon á Facebook.
Tónleikurin hevur serligan leiklut
Sigrið hevur kandidatútbúgving í tónleiki og drúgvar royndir sum songkvinna og tónleikari.
Í nýggju fyritøkuni fer hon millum annað at nýta sang, violin, klaver og harmoniku til at skapa felagsskap og vekja gomul minnir.
Hon bjóðar eisini felagssang á røktarheimum og øðrum stovnum fyri eldri.
Hjem er bedst er ikki vanlig heimarøkt, men ein tænasta, sum skal vera eitt ískoyti til ta hjálp, eldri fólk longu fáa.
Endamálið er at geva eldri fólki meira nærveru, tryggleika og innihald í gerandisdegnum.