Ongi úrslit

Siri Hustvedt um at velja eitt lív við list og bókmentum

Úr New York heiminum, sum norsk-amerikanska Siri Hustvedt (f.1955) hevði saman við manninum, Paul Auster (1947-2024), greiðir hon frá um lívsleiðina og rithøvundavirksemið í hesum sjáldsama væleydnaða biograffilmi, ið snarar um at velja eitt lív við list og bókmentum.

Tíðindaskriv
1 tími síðan

Sýningin, sum er almenn, er í Filmsfelagnum mikudagin 2. desembur. Tað er í Havnar Bio, og aftaná er høvið at fara í Paname á Vaglinum, og fáa tvey fyri eitt, við at vísa atgongumerkið úr Filmsfelagnum frá sama kvøldi.

 

Unga, forvitna og miðvísa Siri Hustvedt (f.1955) fer úr heimstaðnum í Minnesota, har fyrsta eyðkennið er tøgn og stilli so langt eygað sær, og kastar seg út í pulserandi stórbýarlívið í New York býi. Í leitanini eftir høvuðspersóninum í fyrstu skaldsøguni leggur hon til brots á eina ferð, ið skapar eina av mest hugtakandi røddum í nútíðar amerikanskum skaldskapi.

 

Úr vakra heiminum í Brooklyn, sum hon og maðurin bygdu upp, sigur Siri Hustvedt sjálv frá lívsleiðini í nýggja portrettfilminum, sum týska Sabine Lidl (f.1970) hevur gjørt. Hon hevur fyrr gjørt filmin "What if" (2018) um Paul Auster.

 

Nýggja úrslitið er ein bæði erligur og sansaligur filmur um at velja eitt lív við bókmentum sum lívsleið. Ta avgerðina tók Siri Hustvedt á ungum árum, og tá hon møtti Paul Auster í New York gjørdist hetta avgerandi fyri bæði.

 

Við ríka og livandi mentanarlívinum í býnum sum baksýni verða vit boðin heilt inn í serstaka hugsanarháttin og lívið hjá Hustvedt. Somuleiðis fáa vit innlit í eitt virkið skaldskaparlív, ið er óloysiliga samantvunnið við lívsins stóru evni: kærleiki og missur, samvera og skilnaður.

 

Filmsfelagið 2/12 kl 20:00 Siri Hustvedt - Dance Around the Self (Sabine Lidl Týskland og Sveis 110 min 2026)

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

Í gjár kl. 21:03

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

6 tímar síðan

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20