Ongi úrslit

Sisimiut vitjaði Klaksvík: Vinarbýir býttu vitan um børn og ung

Eitt ferðalag úr Sisimiut vitjaði 3. september Klaksvík, har trivnaður, arbeiðið við børnum og ungum og kommunalt samstarv vóru á skránni.

Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Eitt ferðalag úr Sisimiut í Grønlandi vitjaði 3. september Klaksvík. Endamálið var at fáa innlit í arbeiðið við børnum og ungum og at skifta vitan um trivnað og samstarv millum kommunur, skúlar og aðrar myndugleikar. Sisimiut er vinarbýur Klaksvíkar.

Fingu innlit í skúlaarbeiðið

Í ferðalagnum vóru kommunustýrislimir og umboð fyri fyrisitingina í Qeqqata Kommunu.

Á Skúlatrøð vísti Jónleif Johannesen skúlastjóri gestunum runt og greiddi frá virkseminum á skúlanum. Síðani vóru framløgur í Varpinum um arbeiðsøki og átøk á barna- og ungdómsøkinum.

Vitjaðu stovnar fyri børn og ung

Seinnapartin vitjaði ferðalagið frítíðarskúlan Snjallubjallu, barnagarðin Baldursbrá á Norðoyri og ungdómshúsið Húsið. Har varð greitt frá arbeiðsháttum, avbjóðingum og møguleikum.

Sambært Klaksvíkar kommunu staðfesti vitjanin góða sambandið millum Klaksvík og Sisimiut og gav samstundis nýggjan íblástur.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

Í gjár kl. 17:45

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

Í gjár kl. 20:34

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50