Landssjúkrahúsið skrivar soleiðis í dag:
EIN STÓRUR DAGUR FYRI BARNA- OG UNGDÓMSPSYKIATRIINA
Sissal Jørgensen er fyrsti serpsykologkandidaturin, ið hevur lokið introduktiónsstarvið í barna- og ungdómspsykiatri á Landssjúkrahúsinum.
Hetta er ein týðandi varði í menningini av føroysku barna- og ungdómspsykiatriini og eitt úrslit av miðvísum arbeiði gjøgnum fleiri ár.
Ein skipað serútbúgving
Serpsykologútbúgvingin er ein fýra ára víðariútbúgving fyri sálarfrøðingar, sum vilja spesialisera seg innan annaðhvørt psykiatri ella barna- og ungdómspsykiatri. Útbúgvingin er býtt í eitt ár í introduktiónsstarvi og trý ár í høvuðsútbúgving. Útbúgvingin er bygd upp kring sjey psykologrollur, sum tryggja, at serpsykologurin fær breiðar fakligar førleikar. Rollurnar fevna um kliniska serfrøði og førleikar innan millum annað samskifti, samstarv, leiðslu, heilsufremjan, gransking og professionella menning.
Á sama hátt sum læknar kenna tær sjey læknarollurnar, geva tær sjey psykologrollurnar ein greiðan karm um, hvørjar førleikar ein serpsykologur skal hava. Endamálið er at útbúgva serfrøðingar, sum kunnu taka kliniska ábyrgd og samstundis virka sum ein týðandi partur av einum nútímans tvørfakligum psykiatriskum arbeiði.
Fleiri serfrøðingar styrkja barna- og ungdómspsykiatriina
Bakgrundin fyri at menna serpsykologútbúgvingina var millum annað tørvurin á fleiri serfrøðingum í psykiatri og barna- og ungdómspsykiatri. Trot á serlæknum hevur í nógv ár verið ein avbjóðing, og tí hevur verið neyðugt at hugsa nýtt um, hvussu uppgávurnar í psykiatriini kunnu verða loystar.
Serpsykologar kunnu taka ábyrgd av uppgávum innan sína serfrøði, eitt nú psykopatologiskari útgreining, diagnostiskum arbeiði og sálarfrøðiligari viðgerð. Á henda hátt kunnu teir økja um kapasitetin og lætta um trýstið á serlæknunum.
Tað snýr seg um at styrkja tað tvørfakliga arbeiðið og tryggja, at uppgávurnar verða loystar av teimum fakbólkum, sum hava røttu førleikarnar.
Hetta hevur serligan týdning í barna- og ungdómspsykiatriini, har tørvurin á góðari og skjótari útgreining og viðgerð er stórur.
Í okkara grannalondum hava serpsykologar í fleiri ár verið ein fastur partur av psykiatriska toyminum.
Fyrsta stigið er tikið í Sjúkrahúsverkinum
At fyrsti serpsykologurin nú hevur lokið introduktiónsstarvið á psykiatriska depilinum er tí eitt týðandi stig. Hetta vísir, at tað ber til at byggja upp serútbúgving innan føroysku barna- og ungdómspsykiatriina. Samstundis styrkir tað Landssjúkrahúsið sum útbúgvingarstað og sum universitetssjúkrahús.
Góðir útbúgvingarmøguleikar eru ein týðandi partur av einum sterkum fakligum umhvørvi. Teir eru við til at menna fakligar førleikar, draga nýggja serfrøði til Føroya og varðveita dugnalig starvsfólk í føroyska heilsuverkinum.
Málið er høvuðsútbúgving í barna- og ungdómspsykiatri
Nú verður arbeitt víðari við næsta stigi. Málið er, at Sjúkrahúsverkið skal vera klárt til, at høvuðsútbúgvingin kann fara í gongd aftur í september 2027, so serpsykologar kunnu taka størsta partin av høvuðsútbúgvingini í Føroyum.
Hetta er eitt týðandi stig á leiðini móti einari sterkari, burðardyggari og framtíðartryggjaðari barna- og ungdómspsykiatri í Føroyum.