Ongi úrslit

Sjey býráðslimir í Havn rýmdu av býráðsfundi

Elsa Berg, borgarstjóri og Heðin Mortensen, varaborgarstjóri, høgrumegin og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Býráðsfundurin í Havn í gjárkvøldið endaði í berum ruðuleika.

seinasta málið, sum var á skrá, var at býráðið skuldi taka støðu til um Bergur Robert Dam Jensen,  býráðslimur, var ógegnigur tí at mamma hansara hevur eitt festi í Kollafjørði, Tórshavnar býráð ætlar at byggja á.

Bergur Robert Dam Jensen var virkin í viðgerðini og tað fekk Heidi Lava Elgeirsdóttir til at reisa málið um gegnið hjá býráðsliminum.

Hon legði málið fyri kommunala eftirlitið hjá Landsstýrinum, men tey vildu ikki gera nakað við tað fyrr enn býráðið sjálvt hevði tikið støðu til um Bergur Robert Dam Jensen, var gegnigur, ella ikki.

Og tað var hetta, býráðið skuldi atkvøða um, men tá endaði fundurin í Ruðuleika.

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, sum er í andstøðu, gjørdi alt fyri eitt greitt, at hann tók ikki støðu til málið, tí hetta var eitt mál, meirilutin mátti avgreiða sjálvur.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Kommunulistan gjørdi eisini greitt, at hann fór heldur ikki at taka lut í viðgerðini og hann gjørdi eisini greitt, at hann fór av fundinum.

Hann segði, at hann vildi standa model til at vera dómari í einum máli, sum samgongan ikki megnaði at loysa. Hann helt fyri, at hetta var bæði skomm og flóvisligt fyri býráðið.

Tá ið hann var farin av fundinum, gjørdi Annfinn Brekkstein tað sama.

Tá ætlaði Elsa Berg, borgarstjóri, at steðga orðaskiftinum og lata býráðið atkvøða um málið.

Men tá gjørdu tríggir aðrir býráðslimir í andstøðuni, Birgir Nielsen, Høgni Vilhelmsen og Kári Johansen,vart við, at teir høvdu eisini biðið um orðið - men tá ið teir ikki fingu tað, fóru teir eisini av fundinum.

So sótu teir átta býráðslimirnir í meirilutanum eftir. Men so hendi tað, at bæði Heðin Mortensen, sum eisini er varaborgarstjóri, og Bergur Robert Dam Joensen fóru eisini av fundinum og nú vóru bara seks býráðslimir eftir

Og so kundi býráðið ikki atkvøða, tí tað er ikki viðtøkuført fyrr enn minst sjey býráðslimir eru til staðar. Sostatt sótu seks limir í andstøðun sótu eftir og fingu einki gjørt - g soleiðis endaði býráðsfundurin.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08