Sjóvar kommuna leggur upp til stórar íløgur í 2027. Samlaðu íløgurnar verða 26,95 milliónir krónur, og hallið eftir íløgur verður 15,66 milliónir krónur. Hallið skal fíggjast við lántøku.
Samstundis verður kommunuskatturin óbroyttur á 21 prosentum, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 8.000 upp í 9.000 krónur.
Hetta sæst í fíggjarætlanini fyri 2027, sum Sjóvar kommuna kunngjørdi hósdagin 19. november.
Nýggj ítróttarhøll verður størsta íløgan
Størsta einstaka verkætlanin er ein nýggj ítróttarhøll, sum skal byggjast sunnan fyri bygdahúsið á Strondum.
Høllin verður knýtt at bygdahúsinum og skal skapa betri umstøður fyri ítrótt, mentan og frítíðarvirksemi.
Verkætlanin varð boðin út í oktober, og kommunan væntar at fáa uppskot og tilboð um mánaðarskiftið januar og februar 2027.
Ítróttarhøllin verður ein stór íløga, sum fer at seta sín dám á fíggjarætlanirnar komandi árini.
Fólkavøksturin krevur fleiri bústaðir
Sambært kommununi vísa tøl frá Hagstovu Føroya, at Sjóvar kommuna hevur størsta fólkavøksturin í landinum.
Kommunan vísir á Eysturoyartunnilin sum eina týðandi orsøk til vøksturin.
Kommunan er farin undir at útstykkja fleiri grundstykki, og peningur er settur av til at gera arbeiðið liðugt í 2027.
Eitt øki er eisini sett av til eina størri íbúðarverkætlan, sum kommunan vónar kann fara í gongd næsta ár.
Vinnuøkið á Hulki skal mennast
Á Hulki verður arbeitt við at knýta verandi bryggjur saman við einum nýggjum bryggjukanti.
Arbeiðið er tó seinkað, tí neyðug loyvi vanta.
Peningur er settur av til at gera arbeiðið liðugt og til aðrar ábøtur í vinnuøkinum.
Kommunan ætlar eisini at gera eitt nýtt rusk- og endurnýtslupláss, tí verandi pláss á Hulki ikki longur lýkur tey krøv, sum verða sett til eitt tíðarhóskandi pláss.
Á Stranda skúla skal takið á svimjihylinum og fimleikarhøllini skiftast. Bygdahúsið skal fáa betri vesiviðurskifti, og atkomumøguleikarnir hjá fólki við rørslutarni skulu betrast.
Rakstraravlop á 11,3 milliónir krónur
Fíggjarætlanin fyri 2027 vísir samlaðar inntøkur á 87,76 milliónir krónur og útreiðslur á 72,09 milliónir krónur.
Rentur og rentustuðul eru sett til 4,38 milliónir krónur, meðan rakstraravlopið verður 11,29 milliónir krónur.
Avdráttirnir verða 5,41 milliónir krónur.
Umframt stóru verkætlanirnar verður peningur settur av til eldrarøkt, viðlíkahald av vegum, bryggjum og kommunalum bygningum, rottutýning og fríðkan.
Kommunan ætlar eisini at seta ein urtagarðsmann í starv.