Umhvørvisstovan hevur góðkent, at SEV kann halda fram við royndunum við sjóvarfalsorkuverkum í Vestmannasundi fram til 28. februar 2030.
Avgerðin fevnir bæði um teir smærru drekarnar á 100 kW og størra sjóvarfalsorkuverkið á 1,2 MW. Talan er um eina leingjan av verandi royndarloyvum, og eingin nýggj umhvørvisárinsmeting er gjørd.
Fuglar, hvalur og kópur skulu eygleiðast
Umhvørvisstovan hevur sett eina røð av treytum fyri framhaldandi royndirnar.
SEV skal millum annað halda fram við at eygleiða fugl, hval og kóp í Vestmannasundi. Felagið skal eisini kanna óljóð frá drekunum og hava eftirlit við, um samanstoytir eru millum orkuverkini og hval ella kóp.
Harumframt skal SEV kanna, hvussu kópur úr látrum nærhendis ferðast í økinum, og um drekarnir ávirka hann. Á hvørjum ári skal felagið lata Umhvørvisstovuni eina frágreiðing um gongdina og úrslitini av kanningunum.
Vestmanna stúrir fyri sigling og fiskimiðum
Vestmanna kommuna hevur í hoyringini víst á, at verkætlanin kann ávirka siglingina inn á Vestmanna, um ikki verður loyvt at sigla ígjøgnum royndarøkið.
Kommunan skeyt upp, at minst 12 metrar skulu vera niður á drekan í kyrrindum, og at royndarøkið skal vera opið fyri allari sigling. Eisini varð víst á, at borgarar í Vestmanna missa enn eitt fiskimið.
Umhvørvisstovan vísir tó á, at spurningurin um dýpið niður á drekan ikki er fevndur av teimum ásetingum í havumhvørvis- og elveitingarlóggávuni, sum avgerðin byggir á. Sambært umhvørvisárinsmetingunum hjá SEV er dýpið niður á drekan átta metrar.