Ongi úrslit

Sjúkrahúsverkið søkir nýggjan varastjóra: Skal hava ovastu læknafakligu ábyrgdina

Nýggi varastjórin verður ovasti ábyrgdarhavandi lækni í Sjúkrahúsverkinum og fær samstundis ein týðandi leiklut í strategisku leiðsluni.

© Wikipedia.
Heilsu- og orkumálaráðið hevur lýst starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum leyst.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Heilsu- og orkumálaráðið hevur lýst starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum leyst. Starvið skal setast skjótast gjørligt, og umsóknarfreistin er 28. september.

Varastjórin verður ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum og skal samstundis virka sum læknafakligur ráðgevi hjá Heilsu- og orkumálaráðnum.

Fær ábyrgd av rakstri og menning

Starvið fevnir millum annað um strategiska ráðlegging, yvirskipaðan læknafakligan rakstur og menning í Sjúkrahúsverkinum. Varastjórin skal eisini hava samábyrgd av fíggjarætlanunum og vera við til at styrkja samstarvið millum sjúkrahúsini, primeru heilsutænasturnar, almannaverkið og útbúgvingarstovnar.

Umsøkjarin skal vera serlækni og hava útbúgving ella royndir innan leiðslu og fyrisiting. Harumframt verður kravt innlit í fíggjarstýring, sjúkrahúsvirksemi og heilsuøkið sum heild.

Stórt ábyrgdarøki

Sjúkrahúsverkið hevur umleið 1.200 ársverk, 169 sengur og ein árligan rakstur á umleið 1,2 milliardir krónur. Árliga eru umleið 12.000 innleggingar, 130.000 ambulantar viðgerðir og 5.000 skurðviðgerðir.

Sí starvslýsing her.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50