Ongi úrslit

Skal ganga á odda á Ólavsøku

Longu sum átta ára gomul var hon við í kappingum

© Føroya Ríðingarfelag
Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

18 ára gamla Ranju Halsdóttir Djurhuus fær heiðurin at ganga á odda fyri ítróttarskrúðgonguni, tá hon ríður oman á Vaglið til ólavsøkusetanina. Hetta er ein heiður, hon hevur vunnið sær eftir eitt sera gott kappingarár, har hon gjørdist føroyameistari í tvíspori í kappríðing.

Ranja, sum er í læru sum frisør, hevur havt ross sum stóran part av lívinum heilt frá barnsbeini. Hon er úr einari familju við sterkum ríðingartraditiónum, og langabbi hennara, Aksel Hansen, var millum stovnararnar av Føroya Ríðingarfelag.

Longu sum átta ára gomul royndi hon seg í sínari fyrstu kappríðing, har hon vann sín riðil. Seinastu árini hevur hon ment seg nógv, og í fjør eydnaðist henni at vinna fleiri kappingar og at tryggja sær FM-heitið í tvíspori saman við hestinum Sirkli.

Til sjálva skrúðgonguna verður tað tó ikki Sirkill, hon ríður. Í staðin hevur hon fingið lánt hestin Strák frá brøðrunum Erlendi og Bárði Johannessen.

Hóast Strákur eisini er ein dugnaligur kappingarhestur, verður hann mettur at vera róligari og betur egnaður at ganga fremst í skrúðgonguni millum nógv fólk.

Skrúðgongan á ólavsøku hevur djúpar røtur. Hon varð fyrstu ferð hildin í 1942, tá nøkur reiðfólk tóku stig til tiltakið saman við hornblásarum úr Frelsunarherinum.

Gongan byrjaði niðri í Bø, uttanfyri bakaríið í Horninum, og helt leiðina gjøgnum Tróndargøtu, áðrenn hon endaði á Vaglinum – júst sum siður er í dag.

Millum teir, ið skipaðu fyri fyrstu skrúðgonguni, vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Fremstur í fylginum reið Vilhelm Tórsheim, sum mong kendu undir navninum "Keisarin".

Tiltakið fekk so góða undirtøku, at tað skjótt gjørdist ein fastur partur av ólavsøkuni. Fyrst vóru tað bert reiðfólk, sum luttóku, men seinni komu bæði róðrarfólk og onnur ítróttarfólk upp í skrúðgonguna. Seinnu árini hava eisini býráðspolitikarar verið partur av hesum siðbundna tiltakinum.

Reiðfólkini og hornblásararnir eru framvegis sjálv kjarnan í skrúðgonguni og geva ólavsøkuni ta serligu hátíðarligu kensluna.

Ein siður, sum hevur verið varðveittur síðan fyrstu skrúðgonguna, er klæðabúnin hjá reiðfólkunum: hvít skjúrta saman við svørtum slipsi.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

Í gjár kl. 08:52

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30