Tað letur til, at Simon Jørgensen ikki meiri verður á liðnum hjá Skála ÍF, har hann hevur verið sera eyðsýndur og er ovast á máltindinum í Meistaradeildini við sjey málum.
Danska heimasíðan JyskeVestkysten og svenska Gøteborg Posten vita í kvøld at siga, at GAIS, sum hoyrir heima í Gøteborg, og sum er á fimta plássi í bestu svensku deildini, er í holtur við at keypa Simon Jørgensen frá Skála ÍF.
Talan verður um langtíðarsáttmála, og Simon Girke Jørgensen, sum 10. august verður 21 ár, verður keyptur frá Skála ÍF fyri umleið 350 túsund krónur vita danski og svenski miðilin at siga.