Ongi úrslit

Skattaprosentið lækkar í Klaksvík

Býráðið sigur, at týðandi íløgur verða raðfestar

klaksvik.fo
1 tími síðan

Klaksvíkar kommuna skrivar soleiðis í kvøld:

Býráðið hevur í kvøld samtykt uppskotið til fíggjarætlan hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2027. Samtykt er at geva borgarum í Klaksvíkar kommunu ein skattalætta, samstundis sum framhaldandi verður raðfest at menna kommununa við stórum og spennandi íløgum.

Skattaprosentið verður lækkað úr 20,75 prosentum niður í 20,50 prosent, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 8.000 krónum upp í 9.000 krónur. Samlaða skattalættin svarar til umleið 5,4 mió. kr. 
Samlaðu inntøkurnar eru mettar til 437,2 mió. kr., sum er ein vøkstur upp á 6,9 prosent samanborið við 2026. Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 331,3 mió. kr. Fíggjarætlanin javnvigar við einum avlopi uppá á 427.000 kr. 
 
Framhaldandi menning av kommununi 
Í 2027 eru 67,9 mió. kr. settar av til stórar og spennandi íløgur. Millum størstu verkætlanirnar eru: 

  • Víðkan av keiøkinum á Grótrætt (8 mió. kr.) 

  • Útbygging av ítróttarøkinum (7 mió. kr. til tørvsmeting og projektering) 

  • Sjógvhitaverkætlan (7 mió. kr.) 

  • Spillivatnsætlanin (6,5 mió. kr.) 

  • Miðbýarøkið og Vágsáin (5 mió. kr.) 

  • Oyggjaleikir 2027 (4 mió. kr.)

  • Útbygging av frítíðarskúlanum Snjallubjallu (4 mió. kr. til projektering og útboð)  

 
Størri íløgur og útreiðslur til vælferð 
Á eldraøkinum er 2,4 mió. kr. settar av til keyp av lendi til nýggjan eldradepil úti í Grøv, umframt dagføringar á Heiminum við Vágna og nýggj høli til deildarleiðarar hjá ergoterapeutum. 
Útreiðslurnar til vælferðartænastur vaksa framvegis. Millum annað hækkar gjaldið til Norðoya Bú- og Heimatænastu við góðum 10 mió. kr. samanborið við 2026. Eisini eru hægri útreiðslur til barnaansing og barnavernd. 
 
Góður fíggjarligur grundvøllur fyri framtíðina 
Samanumtikið vísir fíggjarætlanin fyri 2027, at Klaksvíkar kommuna hevur ein sunnan og støðugan rakstur, við framhaldandi vøkstri í inntøkunum. Hetta gevur kommununi møguleika bæði at lætta um skattabyrðuna hjá borgarunum, raðfesta vælferðartænasturnar og gera neyðugar íløgur í framtíðar menningina av kommununi. 

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

15 tímar síðan

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20