Nærum annað hvørt barn er farið frá fyrsta til nýggjanda flokk uttan at læra at lesa á nøktandi stigi. Hvør hevur ábyrgdina og var úrslitið so yvirraskandi?
I øllum Pisa-kanningum, ið føroyskir næmingar hava luttikið í hevur úrslitið verið stak, stak vánaligt, so her er onki nýtt sum so, annað enn, at tað stendur við og vesnar, uttan at tiltøk verða sett inn. Heldur hevur man fíggjarliga gjørt ymiskar sparingar ella rationaliseringar, ið hava gjørt ilt verri, so støðan er har eftir. Hetta hevur m.a. verið tikið fram í miðlunum, nú úrslitið kom.
Ein pisa uttan flog
Okkara børn og ung eru ein týdningarmikil partur av okkara stovnsfæið. Tað er bæði tann sterkasti og veikasti liður. Tey eru grundarlagið undir landsins framtíð. Tey kunnu ikki verja seg sjálvi. Tað eru teirra foreldur, teirra námsfrøðingar, teirra lærarar, teirra skúlamyndugleikar og teir politisku myndugleikarnar, ið skulu standa garð um barnið og unglingin. Tað eru tey øll í felag, ið mugu taka ábyrgd og bera so í bandi at barnið kemur trygt ígjøgnum sín barndóm og ungdóm. Hvør liður hevur alstóran týdning. Um eitt lið haltar, av ein hvørji orsøk, mugu hini stíga til. Karmurin er alt avgerandi fyri at pisan kemur á flog og kann flúgva sjálv.
I dag eru næsten onnur hvør pisa fyri vanlagnu. Hetta er ein øgilig strongd bæði kensluliga, mentalt og kropsliga fyri eitt barn og ein ungling at liva við. Hetta kann koma at ávirka teirra lív nógv ár framyvir og somuleiðis teirra førleikar at útbúgva seg. Hetta kann koma at kosta samfelagnum ómetaliga nógv í mistari arbeiðsinntøku og sálarligari viðbót, sjúkrafráveru o.a. Allar kanningar vísa at útbúgving er tann mest tíðandi variabel fyri eitt haldgodt lív.
At læra er at liva og at liva er at læra
Læringsprosessin byrjar beinanvegin eitt barn kemur í verðina, um tað er við ella uttan mál. Barnið ger á ymsan hátt vart við, at tað er svengt, ótilpass o.a. Og mamman roynir at avlesa barnið eftir besta førimuni. Sama er í djóraverðini. Vit útveksla alla tíðina við okkara umverð og læra av hvør ørðum hvønn tann einasta dag, mangan uttan at vit gera okkum far um tað.
Um eitt barn klárar seg væl ella illa hevur sjáldan nakað við intelligens at gera. Skúlin er innrættaður so, at øll børn skulu kunna klára seg. Tær socialu umstøðurnar ávirka sjálvandi, hvussu eitt barn mennist bæði kensluliga og mentalt. Og her er uppgávan hjá lærara og námsfrøðingi at lofta barninum.
Traumatiserað innlæring
Eitt barn, ið onkursvegna er traumatiserað í síni innlæring má hava hjálp at koma á glið. Eitt jaligt umhvørvið er alt avgerandi. Tað hava vit m.a. sæð í svensku sjónvarpsrøðini “Klass 9.a” frá 2008, har 8 sonevndir superlærarir megnaðu at venda ein heilan klassa frá drumbastigi til eitt væl hægri stig, so tey kundu halda áfram í studentaskúla. Tvær danskar sendingar koma um nøkulunda somu tíð: Plan B (2007) og Skolen (2008), sum snúði seg m.a. um at finna inn til lykilin, ið triggaði læringina og sostatt gleðina við at læra. Eisini hesar sendingar vísti, hvussu lætt tað er at venda tað miseydnaða til tað væleydnaða.
Gleðin við at læra
Tað at læra rúmar eina so ótrúliga gleði. Øll kenna vit gleðina, tá vit hava lært okkurt nýtt, ella hava lisið okkurt, ið gav eitt nýtt innlit, nýggjan førleika ella víðkaði okkara vitan. Ella vit hava lisið eina góða skaldsøgu, lurta eftir góðum tónleiki, ella tikið eina útbúgving. Mangan gloyma vit at geva okkum fær um tað, ið er so sjálvsagt. At læra hevur so ómetaligan týdning fyri okkara lívskvalitet og menning gjøgnum lívið.
Jørn Lund, professari, skrivar í bók síni, xx, m.a. um júst hetta, - og undirstrikar hann, tað mest grundleggjandi undir allari læring kostar onki! Vit geva okkara børnum rós og viðurkenning og stimbra teirra sjálvkenslu. Vit royna at styrkja teirra sjálvsálit, teirra sjálvsfatan og saman gleðast vit yvir at tey klára seg væl. Tað sama er galdandi í mun til alt okkara umhvørvið.
Sum samfelag kunnu vit ikki góðtaka, at nærum annarhvør næmingur er sokallaður funktionellir analfabetur, tvs. ikki hevur nøktandi lesiførleika. Tað er onki annað enn ein svikagerð móti tí einstaka næminginum. Gev barninum aftur gleðina og stoltleikan við at ganga í skúla og at læra!