Ongi úrslit

Skipa fyri serligum ítróttardegi og rørsludegi í Gundadali

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Næsta sunnudagin, tað er sunnudagin 20. septembur verður skipað fyri einum serligum ítróttardegi og rørsludegi í høllini í Gundadali í Havn.

Tiltakið er frá klokkan 13 - 15 og tað er verkætlanin »Øll við«, sum skipa fyri og tiltakið er fyri børn við brek ella serligum tørvi annars. 

Fyrst verða tey bjóðað vælkomin og síðani verður felags upphiting í høllini, áðrenn farið verður í Viðarlundina at renna, sigur Harriet Djurhuus frá Parasport Føroyum.  

Aftaná fara tey aftur í Gundadal, har børnini kunnu royna ymsan ítrótt og annað.

Endamálið er at hava ein stuttligan og hugnaligan dag, har øll kunnu vera við á sínum egna støði. Familja, vinir og onnur avvarðandi eru eisini hjartaliga vælkomin at luttaka, sigur hon

Øll børnini fáa eitt helsi, og tey hava eisini okkurt gott at eta og drekka, og maskottar frá Betri koma eisini at heilsa uppá børnini, sigur Harriet Djurhuus.

Tey hava eisini glutenfrí og laktosufrí alternativ og eru tað børn, sum hava ein heilt serligan tørv, lurta fyri at trívast, lurta tey eisini eftir tí.

Hon leggur afturat, at tiltakið er ókeypis, men tað er neyðugt at melda til og seinasta freist er at gera tað er mánadgin. 14. septembur.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

Í gjár kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

Í gjár kl. 20:34

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

Í gjár kl. 09:17