Ongi úrslit

Skjáttan fer um landamørk: Talgilda koyrikortið virkar nú í Danmark

Føroyska talgilda koyrikortið er nú góðkent í Danmark og kann vísast bæði í ferðsluni og í sambandi við billeigu.

© Føroya Politi.
Síðan 1. juli hava føroyskir bilførarar kunnað víst koyrikortið í Skjáttuni, verða teir steðgaðir í ferðsluni í Danmark.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Síðan 1. juli hava føroyskir bilførarar kunnað víst koyrikortið í Skjáttuni, verða teir steðgaðir í ferðsluni í Danmark. Talgilda koyrikortið kann eisini brúkast, tá ið bilur skal leigast.

Tað merkir, at føroyskir bilførarar ikki longur noyðast at hava fysiska koyrikortið við sær í Danmark, um teir hava telefonina og koyrikortið í Skjáttuni.

Samstundis er danska talgilda koyrikortið góðkent í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at talgild koyrikort verða góðkend tvørtur um landamørk.

Fleiri prógv í somu app

Skjáttan er ein føroysk app, sum hýsir talgilda koyrikortinum, samleikakortinum og øðrum almennum loyvum. Eitt nú kunnu sjóvinnuprógv eisini liggja í appini.

Góðkenningin í Danmark er liður í arbeiðinum hjá Talgildu Føroyum at gera føroyskar talgildar loysnir nýtiligar í gerandisdegnum – eisini uttan fyri Føroyar.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Borgarstjórin um ælabogan

Í gjár kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00