Ongi úrslit

Skogafoss farin fyrstu ferðina: Nýggj beinleiðis farleið bindur Føroyar og Rotterdam saman

Skogafoss er farin fyrstu ferðina eftir nýggju vikuligu farleiðini millum Tórshavn og Rotterdam við feskum og frystum fiski til Evropa.

© Faroe Ship.
Skogafoss fer úr Tórshavn hvørt týskvøld og kemur aftur mánadag.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Skogafoss er farin úr Tórshavn á sína fyrstu ferð eftir nýggju beinleiðis farleiðini til Rotterdam. Skipið flytur feskan og frystan fisk úr Føroyum til marknaðir á evropeiska meginlandinum.

Skogafoss fer úr Tórshavn hvørt týskvøld og kemur aftur mánadag. Nýggja farleiðin, Purple Line, er nú partur av farleiðakervinum hjá Faroe Ship og Eimskip.

Føroyskir útflytarar nærri marknaðinum

Faroe Ship sigur, at nýggja sambandið gevur føroyskum útflytarum ein munadyggan og kappingarføran møguleika at koma nærri evropeisku marknaðunum.

– Vit eru errin av, at Faroe Ship við Purple Line gevur føroyskum útflytarum ein munadyggan og kappingarføran møguleika at koma enn nærri marknaðunum í Evropa, sigur Dávur Traber, útflutningsstjóri hjá Faroe Ship.

Eisini gagnligt fyri innflytarar

Sambært Faroe Ship er nýggja farleiðin eisini áhugaverd hjá føroyskum innflytarum. Hon kann vera við til at menna nýggjar innflutningsloysnir til Føroya.

Við beinleiðis sambandinum við Rotterdam verður ein nýggj farleið løgd afturat farleiðakervinum hjá Faroe Ship og Eimskip.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

8 tímar síðan

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58