Ongi úrslit

Skótar í Føroyum lata 100.000 krónur í neyðhjálp til Kolombia

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Skótahjálpin í Føroyum hevur gjørt av at lata 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í Kolombia í sambandi við ógvusliga jarðskjálvtan, ið rakti landið herfyri.

Tey siga, at peningurin er latin úr grunninum hjá Skótahjálpini, ið er ætlaður brádliga íkomnum neyðstøðum. Peningurin er latin hjálparfelagsskapinum, Fundación Internacional Maranata, í Bogotá, sum saman við felagsskapinum, Operation Mobilization – vanliga kallaður OM – hevur yvirlit yvir, hvar og hvussu peningurin á bestan hátt kann brúkast.

Tað eru hjúnini Rani Andrassarson Skaalum og Aleksandra Melo Skaalum, ið hava samskipað flytingina og staðið fyri samskiftinum við bæði Fundación International Maranata og OM, sum tey eisini eru partur av.

Hetta er aðru ferð í ár, at Skótahjálpin letur úr grunninum til brádliga íkomnar neyðstøður. Fyrru ferð var í juli mánaði, tá Skótahjálpin lat 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í sambandi við jarðskjálvtarnar í Venesuela.

Skótahjálpin er skipað soleiðis, at á hvørjum ári letur Skótahjálpin pening til tvær vælgerandi verkætlanir – eina í Føroyum og eina í útlondum.

Harumframt verða í minsta lagi 10 prosent av innsavnaða peninginum hvørt ár latin í grunn til brádliga íkomnar neyðstøður. Tað er úr hesum grunninum, at peningurin er latin neyðhjálpararbeiðinum í Venesuela og Kolombia.

Arbeiðið at savna inn pening til Skótahjálpina fer fram í viku 39 á hvørjum ári, so í næstum fara skótar aftur at ganga hús í hús at savna inn pening til Skótahjálpina.

Mest lisið hesa vikuna

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

Í gjár kl. 11:03