Ongi úrslit

Skuldsettur fyri at sigla á Brimil á Bátastevnuni í Vestmanna

Áki Bertholdsen
21. mai kl. 17:31

Á bátastevnuni í Vestmanna um vikuskiftið hendi eitt óhapp har ein bátur sigldi á Vaktar- og Bjargingarskipið, Brimil.

Stoyturin var so harður, at tey fýra fólkini í bátinum fóru á Landssjúkrahúsið - men talan var kortini bara um smásnuddir.

Løgreglan ikki viljað sagt eitt orð um málið uttan tað, at málið verður kannað og at fólk skulu avhoyrast.

Tað hevur fingið fólk at illgita, at løgreglan leggur lok á málið fyri at halda hondina yvir fólkum í bátunum, sum sigldi á.

Men hetta avsannaði løgreglan og í dag sigur løgreglan at nú er eitt fólk skuldsett fyri at bróta á bæði revsilógina og lógina um trygd á sjónum.

Løgreglan sigur, at kanningararbeiðið heldur fram og fyri ikki at ávirka kanningararbeiðið hava tey ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

21 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47