Ongi úrslit

Skulu hava tamarhald á dystinum

– Hesaferð skal dysturin koppa okkara veg, og heimavøllurin skal vera okkara fyrimunur, sigur Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjarin hjá kvinnum, sum týsdagin tekur ímóti Grikkalandi á Tórsvølli

Pætur Smith Clementsen, høvuðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum - Mynd: www.FSF.fo
FSF/Hans Erik Danielsen
13. apríl kl. 17:26

Týsdagin 14. apríl klokkan 17:00 fer føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá Grikkaland vitjar í HM undankappingardysti á Tórsvølli. 

– Støðan í hópinum er góð, fyrireikingarnar hava gingið væl, og vit eru komin væl áleiðis við tí, sum vit hava arbeitt við, sigur landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, ið væntar og vónar, at heimavøllurin verður okkara fyrimunur.

Aftaná venjingina, sum var á Tórsvølli seinnapartin sunnudagin, fekk FSF varpið fekk orðið á venjaran.

Tá føroysku kvinnurnar í mars mánað møttu Grikkalandi á útivølli, gjørdist úrslitið 2-0 til Grikkaland. 

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

https://www.fsf.fo/skulu-hava-tamarhald-a-dystinum/

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47