Ongi úrslit

Slaktarin úr Bosnia er deyður

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 14:44

Í dag berast tey tíðindi, at Ratko Mladic, sum var herovast hjá serbarunum í bosnia, er deyður.

Hann varð eyknevndur Slaktarin úr Bosnina og tað var serliga tí at tað var hann, sum stóð á odda fyri hópdrápini í Srebrenica, har 8.000 dreingir og menn úr Bosnia vórðu avrættaðir.

Alt hetta vita alheims fjølmiðlar at siga frá miðlum í Serbia.

Í 2017 varð hann dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri fólkadráp, krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini í borgarakrígnum í gamla Jugoslavia frá 1992 til 1995.

Altjóða løgreglan leitaði eftir honum í 16 ár, til hann varð handtikin í Serbia í 2011 og hann var í fongsli í Haag í Niðurlondum, nú hann doyði, 84 ára gamal.

Fyrr í ár vildu sakførarar hansara hava hann leyslætnan tí heilsan var so ring, men tað varð hann ikki og tíansheldur doyði hann í fonglinum.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01